Borgari
Veitarar
Um Heilsutrygd
Kunning
Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar í starv
26. juni 2025
Heilsutrygd hevur sett fýra kommunulæknar í starv
Heilsutrygd hevur sett Brynhild Hanusardóttir Reinert og Katrinu Clementsen í starv sum kommunulæknar í Hei...
Avloysarastørv sum viðtalustarvsfólk í kommunulæknaviðtalum
10. juni 2025
Avloysarastørv sum viðtalustarvsfólk í kommunulæknaviðtalum
Heilsutrygd søkir avloysarar fyri viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtalur at byrja skjótast gjørligt Tal...
Nýggj lóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum
2. juni 2025
Nýggj lóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum
Nú er nýggja lógin um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum komin í gildi.  Lógin ka...
Løgtingslóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum samtykt
11. apríl 2025
Løgtingslóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum samtykt
Heilsutænastur í nærumhvørvinum – størsta nýbrotið á heilsuøkinum í mong ár Løgtingið samtykti í gjár, 10....
Meira kunning
  • Undantak frá heilsutrygdargjaldi
    Undantak frá heilsutrygdargjaldi
  • Takstir hjá veitarum hjá Heilsutrygd
    Takstir hjá veitarum hjá Heilsutrygd
  • Koppsetingar
    Koppsetingar

Endamál

Heilsutrygd er stovnur undir Heilsumálaráðnum.

Heilsutrygd varð sett á stovn at avgreiða tær uppgávur, ið áður lógu hjá teimum 11 sjúkrakassunum kring landið. Stovnurin hevur seinni tikið á seg partar av umsitingarligu uppgávunum hjá Almannastovuni í sambandi við broytingar í heilivágstilskotsskipanini og viðvíkjandi hjálparráðum.

Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd.

Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.

Heilsutrygd umsitir Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina, og síðani 2020 hevur Heilsutrygd havt eftirlit við stovnum, ið veita rúsviðgerð.