Heilsutrygd veitir ikki ískoyti til viðgerð uttan fyri Føroyar, men landsstýrisfólkið í heilsumálum kann gera sáttmálar við onnur lond um veitingar.

Hvussu eru rættindi hjá føroyingum uttan fyri Føroyar annars?

Í Danmark:
Føroyingar hava rætt til sjúkrahjálp í Danmark sambært Bekendtgørelse nr. 565 af 29/04/2015 (Bekendtgørelse om ydelser i praksissektoren mv. til personer med bopæl på Færøerne eller i Grønland under midlertidigt ophold her i landet)

Í hinum Norðurlondunum:
Í hinum Norðurlondunum hava føroyingar rætt til sjúkrahjálp v.m. sambært “Nordisk Konvention om social sikring”.

Í Stóra Bretlandi:
Í Stóra Bretlandi hava borgarar í Føroyum rætt til bráðfeingis sjúkrahjálp á sama hátt sum borgarar í Stóra Bretlandi, sum eru búsitandi har. Hesi rættindi eru staðfest í grein 14 í  Bekendtgørelse nr 14 af 02/03/1960 - Bekendtgørelse om Danmarks ratifikation af den i London den 27. august 1959 undertegnede overenskomst mellem Danmark og Det forenede Kongerige Storbritannien og Nordirland om social tryghed.

(In English): Residents of the Faroe Islands are entitled to emergency health care in the United Kingdom with the same rights and conditions as resident citizens of the United Kingdom. In accordance with the Convention on Social Security between the Government of the United Kingdom of Great Britain and Northern Ireland and the Government of the Kingdom of Denmark.

If in doubt, please contact the Department of Health and Social Care: https://www.gov.uk/government/organisations/department-of-health-and-social-care


Ferðatrygging
Av tí at Heilsutrygd einans fevnir um viðgerð og viðurskifti í Føroyum, mæla vit øllum føroyingum, sum fara uttanlands at ferðast, at tekna ferðatrygging hjá tryggingarveitara.