Frítøka / undantøk fyri heilsutrygdargjaldi

Frítøka / undantøka fyri heilsutrygdargjaldi

Søk um undantak her

Nógvir borgarar hava farnu árini heitt á Heilsutrygd um at fáa undantak fyri gjaldsskylduni, tí teir longu gjalda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi.

Vit vilja her kunna um hetta mál, og hvat hendir í málinum. Síðan verður dagførd, so hvørt vit hava okkurt at leggja afturat.  

Søgan
Lógin um almenna heilsutrygd gevur ikki stovninum Heilsutrygd heimild til at geva undantøk í gjaldsskylduni. Tó eru Kærustovnurin og Føroya Rættur komin til ta niðurstøðu, at nakrir borgarar eiga at hava rætt til slík undantøk.

Løgtingið hevur á vári 2024 samtykt broyting í heilsutrygdarlógini. Við hesi broyting fær Heilsutrygd tann 1. juli 2024 heimild til at geva undantøk í ávísum førum, um borgari søkir um hetta vísandi til norðurlendskan sáttmála um sosiala trygging.

Landsstýriskvinnan boðaði í tíðindaskrivi 24. apríl 2024 frá, at hon arbeiðir við einum øðrum uppskoti til broyting í heilsutrygdarlógini. Ætlanin er, at tað skal bera til at endurrinda heilsutrygdargjald, sum verður mett at verða kravt inn av órøttum:

https://www.hmr.fo/fo/kunning/tidindi/heilsutrygdargjald-rindast-aftur

 

Støðan í løtuni
Mánadagin 1. juli kunnu borgarar innrita á Vangan og gera vart við, at teir meta seg vera undantiknir gjaldsskylduni at rinda heilsutrygdargjald.

Á Vanganum er ein sjálvgreiðsla til hetta endamál: 
Søk um undantak á Vanganum her

Tá tú skrásetir teg, kanst tú biðja um undantak fyri 2024, vísandi til Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygging. 

Vanligu treytirnar fyri undantak eru: 
- at tú váttar, at tú arbeiðir í øðrum Norðurlandi og skjalprógvar, at tú rindar sosialtrygdargjøld har.
- at tú ikki ikki hevur týðandi part (25%) av tínum virksemi í Føroyum
- at tú ikki hevur fleiri arbeiðsgevarar í øðrum Norðurlandi ella arbeiðir í skiftandi londum.

Tá tú hevur skrásett teg, verður uppkravið av heilsutrygdargjaldi í Føroyum steðgað í tí mánaðinum, skrásetingin er framd.

Tá árið er av, og inntøkan fyri árið er skjalfest, kann endalig viðgerð og avgerð um undantak gerast.