Skyldur og gjald
Allir persónar, ið eru búsitandi í Føroyum, t.e. at vera skrásettir í fólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært lógini um almenna heilsutrygd. Øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av hesi lóg, gjalda 175,- kr. um mánaðin, umframt 0,70 % av skattskyldugu inntøku sínari til Heilsutrygd. TAKS krevur inn gjaldið fyri Heilsutrygd.
Gjaldið til Heilsutrygd verður tikið av A-inntøkuni hjá tí einstaka borgaranum. Teir borgarar, sum onga A-inntøku hava, fáa sendandi eitt uppkrav.
TAKS umsitir heilsutrygdargjaldið. Borgarar, sum hava spurningar um gjaldið, kunnu tí venda sær til TAKS á taks@taks.fo ella á telefonnummari +298 35 26 00.
Heilsutrygdargjald kann flytast til hesar konti:
9181-152.861.2
6460-101.104.0
9865-100.188.9
Minst til at viðmerkja: P-tal + konto