Koppsetingar og koppsetingartilmæli

Í Føroyum ber til at fáa ókeypis koppsetingar, um tú lýkur ávís krøv.


Koppsetingartilmælini kunnu í høvuðsheitum býtast í hesar bólkar:
(Trýst á yvirskriftina fyri at lesa meiri um hesi evni)

Barnakoppsetingar:

Her er talan um t.d. MFR, Polio og Stívkrampa, men eisini um HPV-koppseting, sum vanliga verður givin, tá barnið er umleið 11-12 ára gamalt.

Influensakoppseting:

Her snúgva tilmælini seg serliga um at verja tey, sum á einhvønn hátt eru útsett. Málbólkarnir eru m.a. eldri fólk, fólk við varandi sjúku og heilsustarvsfólk.

Covid-19 -koppseting:

Talan er um eina lutfalsliga nýggja sjúku og koppseting, men handfaringin og koppsetingartilmælini í.s.v. Covid-19 kunnu nú í stóran mun samanberast við influensa.

Pneumokokkkoppsetingar:

Her er talan um at verja fólk, sum eru í serligum vanda at fáa lungnabruna ella aðrar álvarsligar sjúkur. Ímeðan koppsett verður fyri influensa- og covid-19-koppsetingarnar hvørt ár, ganga vanliga nøkur ár ímillum pneumokokkkoppsetingarnar.

Tilboðini um ókeypis koppseting eru skipaði sambært lóggávu og kunngerð.


Niðanfyri eru leinki til mest viðkomandi kunngerðir og lóggávu:
Løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum

Kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum

Kunngerð nr. 106 frá 28. september 2023 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19