Ókeypis koppseting móti Covid-19 (korona)

Tann 1. oktober 2023 kom nýggj kunngerð í gildi um koppseting fyri COVID-19.

Áðrenn hetta, høvdu koppsetingarnar fyri COVID-19 verið grundaðar í einum koppsetingartilmæli, men nú er hetta virksemið lýst í kunngerð.
https://logir.fo/Kunngerd/106-fra-28-09-2023-um-okeypis-koppseting-imoti-COVID19

Endamál við koppseting:

Endamálið við grundkoppseting og endurkoppseting móti Covid-19 er at fyribyrgja álvarsliga sjúku og deyða, har ein endurkoppseting kann styrkja og endurvirkja immunverjuna.

Tey, sum fáa tilboð um koppseting fyri COVID-19 eru í stóran mun tey somu, sum fáa tilboð um influensakoppseting og pneumokokk-koppseting. Listin við málbólkum er at finna í §2 í kunngerðini. Í høvuðsheitum er talan um:

  • Persónar, ið hava fylt 65
  • Fólk, sum hava ávísar sjúkur ella á annan hátt niðursetta órinsverju umframt húski hjá persónum við niðursettari órinsverju
  • Barnakonur
  • Starvsfólk á heilsuøkinum ella røktarøkinum

Tey, ið ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu verða koppsett fyri COVID19 við at gjalda fyri hetta.

Koppsetingar móti Covid-19 verða framdar hjá kommunulæknanum, á apotekinum ella í sjúkrahúsverkinum. 

Borgarar kunnu biðja sær tíð til koppseting hjá Apoteksverkinum her:
https://koppseting.corona.fo/

Borgarar kunnu biðja sær tíð til koppseting hjá kommunulæknanum við at ringja til viðtaluna ella talgilt á www.minlaekni.fo ella á heimasíðuni hjá læknaviðtaluni. 
Hjá kommunulæknanum ber til at fáa tíð til influensakoppseting í sama umfari.

Koppsetingar kunnu fyribyrgja álvarsliga sjúku. Tí mæla vit til, at tey sum eru í einum av málbólkunum, lata seg koppseta.

Tú kanst fáa ókeypis koppseting og nærri kunning um koppsetingar hjá kommunulæknanum ella á apotekinum.

Góð ráð:

Eins og t.d. influensa smittar Covid-19 gjøgnum smáar dropar frá hosta, at njósa og líknandi. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar ella fær teir á hendurnar og síðan nemur við eygu, nøs og munn.

  • Hosta og njós í einnýtis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sótt-reinsa hendurnar væl aftaná
  • Hav gott handreinføri
  • Ver heima, um tú ert sjúk/ur
  • Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
  • Halt íbúðina reina – serliga flatur, sum nógv nerta við