Ókeypis koppseting móti influensa

Koppsetingar kunnu fyribyrgja álvarsliga sjúku. Tí mæla vit til, at tey sum eru í einum av málbólkunum, lata seg koppseta. Tú kanst fáa ókeypis koppseting og nærri kunning um koppsetingar hjá kommunulæknanum.

Koppsetingarkunngerðin kann lesast her: https://logir.fo/Kunngerd/151-fra-29-10-2020-um-okeypis-koppseting-imoti-avisum-smittandi-sjukum 

Málbólkar:

  1. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa verður veitt hesum persónum:
    Persónar, ið hava fylt 65 ár.
  2. Fyritíðarpensjónistar.
  3. Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið eru nevndar undir litra a-g:
    a) Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.
    b) Persónar, sum hava hjartasjúku og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars. 
    c) Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2, sukursjúku.
    d) Persónar, sum hava órinsbrek (immundefekt), ið antin eru viðfødd ella íkomin.
    e) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett. 
    f) Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna. 
    g) Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 35, eftir eini læknaligari meting. 
  4. Børn eldri enn 6 mánaðir, og vaksin, sum hava álvarsama sjúku, har lækninmetir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
  5. Húski hjá barni, ið er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensa sbrt. § 5, nr. 4.
  6. Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.
  7. Barnakonur frá 13. barnsburðarviku.
  8. Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sum antin er viðfødd ella íkomin, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting.
  9. Børn, ið hava fylt 2 ár, og sum ikki hava fylt 7. Børn, sum hava fingið fyrstu koppsetingina, áðrenn tey hava fylt 7 ár, kunnu verða liðugt koppsett, eftir, at tey hava fylt 7 ár. 
  10. Starvsfólk innan heilsuøkið og røktarrøkið, sum hava tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd við influensa í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð sbrt. nr. 1-6 og sum eru nevnd í litra a til gg. 

Koppsetingin verður veitt til børn í aldrinum 2 til 6 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen, tað merkir sum meginreglu, at koppsetingin verður veitt sum ein nasal influensakoppseting.

Koppseting verður bjóðað lesandi, næmingum, ófaklærdum o.ø., ið røkja størv svarandi til tey í § 5, stk. 1, nr. 10 nevndu yrkjum, og sum arbeiða við uppgávum innan viðgerð, røkt og umsorgan av borgarum, sum eru í serligum vanda fyri at verða álvarsliga sjúkir, um teir fáa influensa.

Koppsetingin:

Influensakoppsetingarevni verða árliga dagførd útfrá eini vandameting um, hvørjir variantar mest sannlíkt fara at gera um seg komandi tíðina.
Til ber at fáa influensa, hóast tú ert koppsett/ur, men sjúkugongdin verður ofta mildari.

Góð ráð:

Influensa smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, at njósa og líknandi. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar ella fær teir á hendurnar og síðan nemur við eygu, nøs og munn.

  • Hosta og njós í einnýtis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sótt-reinsa hendurnar væl aftaná.
  • Hav gott handreinføri.
  • Ver heima, um tú ert sjúk/ur.
  • Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri
  • Halt íbúðina reina – serliga flatur, sum nógv nerta við