Ískoyti til ergoterapi
Tá lækni hevur ávíst borgara til viðgerð hjá ergoterapeuti, letur Heilsutrygd ískoyti til viðgerðina. Ískoytið, sum Heilsutrygd veitir, er 50% av kostnaðinum.
Tey, sum hava rætt til ískoyti, eru persónar undir 18 ár, sum bera likamligt ella sálarligt brek.
Ískoyti til viðgerð hjá ergoterapeuti verður veitt sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið. Sáttmálin fevnir um ta viðgerð, sum er ásett í kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti.
Parturin, sum Heilsutrygd rindar, verður frádrigin, áðrenn borgarin rindar til ergoterapeutin. Heilsutrygd rindar síðani ískoytið beinleiðis til ergoterapeutin.
Viðgerðin hjá ergoterapeutinum er deild í viðgerðartímar.
Ergoterpeutar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.