Ískoyti til kiropraktor
Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá kiropraktori, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd. Ískoytið verður veitt fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. persónar, sum eru búsitandi í Føroyum sambært skrásetingunum hjá Landsfólkayvirlitinum.
Allir borgarar kunnu frítt velja tann kiropraktorin, teir vilja brúka.
Tá borgari hevur verið hjá kiropraktori, verður ískoytið frá Heilsutrygd mótroknað á fakturanum frá kiropraktorinum, soleiðis at borgarin bert rindar sín part. Heilsutrygd rindar síðani kiropraktorinum ískoytið.
Í prístalvuni á síðuni Takstir og gjøld , sæst, hvørjar viðgerðir Heilsutrygd letur ískoyti til. Talvan vísir eisini hvat tær ymisku viðgerðirnar kosta og hvussu stórt ískoyti, Heilsutrygd letur.
Ískoyti verður latið sambært sáttmála millum Dansk Kiropraktor-Forening (DKF) og Heilsutrygd (fyrr MSF).
Kiropraktorar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum.