Ískoyti til tannrøktara

Heilsutrygd veitir ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá statsautoriseraðum tannrøktara, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd. Ískoytið verður veitt fyri persónar, sum eru fevndir av § 1 í heilsutrygdarlógini, tvs. Persónar, sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru búsitandi í Føroyum. Tó verður ískoyti ikki veitt fyri børn og ung undir 18 ár, sum hava kommunalt tilboð.

Allir borgarar kunnu frítt velja tann statsautoriseraða tannrøktara, teir vilja brúka.

Tá borgari hevur verið hjá tannrøktara, verður ískoytið frá Heilsutrygd mótroknað á fakturanum frá tannrøktaranum, soleiðis at borgarin bert rindar sín part. Heilsutrygd rindar síðani tannrøktaranum ískoytið.

Í prístalvuni á síðuni Takstir og gjøld , sæst, hvat tær ymisku viðgerðirnar kosta, og hvussu stóran stuðul Heilsutrygd letur til tær ymisku viðgerðirnar.

Ískoyti verður latið sambært sáttmála millum Tannrøktarafelagið og Heilsutrygd (fyrr MSF), sum er at finna í her: Tannrøktarar, sáttmáli.

Statsautoriseraðir tannrøktarar, sum starvast eftir sáttmálanum við Heilsutrygd, eru at finna á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.