Kommunulæknar
Í Føroyum eru 36 normerað kommunulæknastørv. Kommunulæknar hava starvssáttmála við Heilsutrygd. Kommunulæknaskipanin hevur ein týdningamiklan leiklut bæði í samband við sjúklingaviðgerð og sum partur av heilsuverkinum.
Til ber at síggja, hvørjir kommunulæknar eru í ymsu læknadømunum á veitaralistanum hjá Heilsutrygd.
Læknavaktin
Telefonnummarið hjá Læknavaktini er 1870. Læknavaktin virkar uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. Tað vil siga millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið um vikuskiftið og halgidagar.
Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar.
Endamálið við Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.
Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og at fáa úrslitini skjótt. Tá eru fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna munandi betri enn fyrr.
Í 2024 varð læknavaktin styrkt við psykiatriskum førleikum. Henda tænasta virkar allar dagar kl. 16:00 til 23:00.
Til ber at lesa meiri um læknavaktina á heimasíðuni hjá sjúkrahúsverkinum.
Læknavaktin fevnir um allar Føroyar.