
Búmerkið hjá Heilsutrygd
Búmerkið, eins og orðið, er tvíbýtt, og sama er galdandi við litunum, ið eru tveir í tali. Hetta er eisini galdandi fyri navnið, ið er í tveimum, har orðini eru sett saman til Heilsutrygd, og júst hetta tvíbýti – hesin tvítýdningur, er grundtankin fyri búmerkið.
Búmerkið er ein blóma, ið sprettur, smidlig og organisk í sniði.
Symbolvirðið í litunum er eisini fjøltáttað: Blái liturin umboðar lívsæðrina, meðan reyði liturin umboðar rennandi blóðið, og saman umboða litirnir livandi lívið. Reyði liturin umboðar eisini ta lívsjáttandi - sjálvt lívið og tað kvinnuliga, og blái liturin umboðar trygd, trúvirði og tað maskulina.