Kunning um dátuvernd
Á Heilsutrygd viðgera vit persónsupplýsningar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara myndugleikauppgávur. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu Heilsutrygd viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.
Ein "persónsupplýsing" er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar, eitt nú navn, bústaður, aldur, starv, inntøka ella útbúgving, ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar, sum eru knýttar at einum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.
Heilsutrygd savnar inn og viðger persónsupplýsingar gjøgnum okkara tænastur. Í tí sambandi halda vit galdandi lóggávu, Dátuverndarlógina galdandi frá 1. januar 2021. Her hava vit savnað kunning um, hvussu vit tryggja okkum, at vit halda lóggávuna í útinnan av okkara arbeiði
Ábyrgd
At "viðgera" persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann t.d. vera at savna, skráseta, samkoyra, goyma, lata víðari, avhenda, ella ein sameining av hesum. Hetta um enn sameiningin er sjálvvirkin ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast "viðgerð".
Tá ið Heilsutrygd viðger persónsupplýsingar, er Heilsutrygd "dátuábyrgdari". Hetta merkir, at Heilsutrygd hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Heilsutrygd hevur innsavnað.
Heilsutrygd viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardir í Heilsutrygd.
Viðgerð av persónsuppslýsningum
Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdir, tá ið tað er neyðugt fyri, at Heilsutrygd kann útinna sínar uppgávur sum almennur myndugleiki. Persónsupplýsningar um teg eru partur av okkara málsviðgerð, tá ið vit eitt nú viðgera umsóknir í sambandi við starvssetan, starvsfólkamál ella lønarviðurskifti, avgreiða umsóknir (brillustuðul, gravarhjálp, hjálparráð o.a.). Harafturat verða upplýsningar viðgjørdir fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta. Fyrisitingarlógin er galdandi fyri almennar myndugleikar, og tí skal Heilsutrygd eisini fylgja hesum reglum. Heilsutrygd skrásetur allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.
Hvussu fær Heilsutrygd persónsupplýsningar?
Heilsutrygd viðger upplýsingar frá skrásetta sjálvum. Hetta kunnu vera upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið Heilsutrygd. Talan kann eisini vera um upplýsingar, sum tú hevur sent okkum t.d. í sambandi við starvsetan ella umsókn til stuðul av ymiskum slag. Heilsutrygd kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit fáa frá øðrum einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum. Harafturat viðger Heilsutrygd upplýsingar í sambandi við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av starvsfólkum.
Hvørjar persónsupplýsingar viðger Heilsutrygd?
Heilsutrygd viðger vanligar persónsupplýsingar sum navn, bústað, p-tal, teldupost, telefonnummar og fíggjarligar upplýsingar, t.d. kontonummar í sambandi við lønarútgjalding.
Heilsutrygd viðger eisini viðkvæmar persónsupplýsingar, sum viðvíkja likamligu ella sálarligu heilsuni hjá einum persóni, sum geva upplýsingar um heilsustøðuna hjá viðkomandi.
Í ávísum førum viðger Heilsutrygd persónsupplýsingar um revsiverd viðurskifti. Persónsupplýsingar um revsiverd viðurskifti verða einans viðgjørdir, um tað er neyðugt í sambandi við eitt eftirlitsmál ella sum fyrireiking í einum revsimáli.
Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?
Starvsfólk í Heilsutrygd hava atgongd til upplýsingar, ið tørvur er á til at útinna myndugleikauppgávurnar hjá Heilsutrygd.
Hvussu verjir Heilsutrygd persónsupplýsingar?
Starvsfólk á Heilsutrygd hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Heilsutrygd og eftir, at tey eru farin úr starvi. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast í Heilsutrygd.
Hvørjum letur Heilsutrygd persónsupplýsingar?
Heilsutrygd letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar sum liður í okkara myndugleikaútinnan.
Heilsutrygd letur einans persónsupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini.
Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini á Heilsutrygd. Í teimum einstøku førum, har veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.
Hvussu leingi goymir Heilsutrygd persónsupplýsingar?
Heilsutrygd hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at verðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Tá ið Heilsutrygd ikki longur hevur tørv á persónsupplýsingunum, verða upplýsingarnar avhendaðir til Tjóðskjalasavnið, sbrt. løgtingslóg um skjalasøvn.
Upplýsingar, ið verða savnaðir til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðir. Orsøkin er, at hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá ið tørvur ikki er á upplýsingum longur, verða upplýsingarnir avhendaðir til Tjóðskjalasavnið.
Tíni rættindi
Dátuverndarlógin gevur tær nøkur rættindi, tá talan er um til persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Hesi rættindi fevna m.a. um:
- Rættin at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar
- Rættin av fáa kunning um viðgerðina av tínum persónsupplýsingum
- Rættin til at fáa skeivar persónsupplýsingar rættaðar
- Rættin til at fáa sínar persónsupplýsingar strikaðar
- Rættin til at mótmæla, at persónsupplýsingar verða brúktir til beinleiðis marknaðarføring
- Rættin til at mótmæla sjálvvirknum individuellum avgerðum, undir hesum profilering
- Rættin til at flyta tínar persónsupplýsingar
Áheitan um innlit og onnur rættindi
Um tú vilt gera vart við rættindini omanfyri ella útinna tey, ber altíð til at seta seg í samband við dátuverndarfólkið hjá Heilsutrygd, John D. Olsen, jdo@heilsutrygd.fo ella heilsutrygd@heilsutrygd.fo