Heilsutrygd søkir kommunulæknar (1)
4. apríl 2025

Heilsutrygd søkir kommunulæknar

(Dansk version)

Heilsutrygd lýsir hervið 8 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.

Um størvini

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.540 borgarar eru í læknadøminum, og tveir fastsettir kommunulæknar eru í starvi.

- Tvey størv á Læknamiðstøðini á Tvøroyri, Viðtala 1 hevur umleið 1.140 borgarar, og viðtala 2 hevur umleið 1.330 borgarar. Ein læknaskrivari er í starvi í viðtalu 1, og ein  sjúkrarøktarfrøðingur og ein læknaskrivari eru í starvi í viðtalu 2.

Í Suðurstreymoyar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 22.400 borgarar eru í læknadøminum, og 13 fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

- Eitt starv eru í Læknahúsinum í Gundadali. Talan er um viðtalu 2. Viðtalan hevur umleið 1.590 borgarar. Eitt viðtalustarvsfólk er í starvi í viðtaluni. 

Í Vestmanna læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 2.870 borgarar eru í læknadøminum. Ein fastsettur kommunulækni er í læknadøminum. 

- Eitt starv í viðtaluni í Kollafirði. Umleið 1.340 borgarar eru í viðtaluni. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 7.290 borgarar eru í læknadøminum, og 3 fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

- Eitt starv í viðtalu 4, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum. Viðtala 4 hevur umleið 1340 borgarar. Ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein heilsurøktari eru í starvi á Strondum.

- Eitt starv í viðtalu 5 í Runavík. Viðtala 5 hevur umleið 970 borgarar, men væntast kann, at talið skjótt verður nakað størri. Enn eru viðtalustarvsfólk ikki sett í nýggju viðtaluna, sum eftir ætlan letur upp á sumri 2025. 

Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 3.910 borgarar eru í læknadøminum. Tveir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

- Eitt starv í Fuglafjarðar læknadømi, sum vanliga skal røkjast bæði í Fuglafirði og í Gøtu eftir avtalu. Umleið 1.330 borgarar eru í viðtaluni. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í starvi í viðtaluni.

Í Norðoya læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 6.470 borgarar eru í læknadøminum. Tríggir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

- Eitt starv í viðtaluni í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík. Viðtala 4 hevur umleið 1.060 borgarar. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.

 

Samstarv

Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar tænastur og heilsuøkið sum heild.

Læknar kunnu skipa seg soleiðis, at teir kunnu samstarva um viðtaluhøli og viðtalustarvsfólk.

Felagsviðtalur og niðursett tíð

Møguleiki er fyri, at fleiri læknar kunnu samstarva um at røkja eina viðtalu í felag. Samstarva fleiri læknar um at røkja eina viðtalu, ber til at hava lægri arbeiðstrýst/arbeiðsbyrðu, og læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum, og harvið arbeiða niðursetta tíð. Hóskandi tal av læknum í slíkum samstarvi er 2-3 til hvørja viðtalu.

Um læknar røkja eina viðtalu í felag, fylgja ávís rættindi og ávísar skyldur við. Læknarnir verða settir í starv hjá Heilsutrygd sum aðrir læknar. Í høvuðsheitum kann roknast við, at  t.d. grundgjald, basisgjald og skyldur í.s.v. vaktir verða býtt millum læknarnar. Læknarnir hava í felag ábyrgd fyri viðtaluni ella viðtalunum í samstarvinum. Tí hevur felagsskapurin vanliga ábyrgd fyri at røkja viðtaluna/-ar, um talan er um sjúku ella annað forfall.

Skipan

Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða,  krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin samstarvar við aðrar kommunulæknar og luttekur í vaktarskipanum (Læknavaktin og koyrivakt).

Størvini verða sett sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um fleiri, so eiga tær at verða greitt raðfestar.

Um søkt verður um at starvast í felagsviðtalu, eigur at verða greitt frá, hvørjir læknar eru í samstarvinum, hvør er ábyrgdarpersónur, og hvussu ætlanin er at skipa arbeiðið. Felagsviðtalan hevur somu skyldur sum aðrar viðtalur, og tí hevur tað stóran týdning, at læknarnir hava skipað innanhýsis viðurskiftini væl. Hetta kann gerast í samstarvsavtalu um t.d., hvussu arbeiðsbýtið skal vera, sjúku og forfall, og hvussu samstarvið kann enda.

Íblástur til slíka avtalu er at finna á: https://www.laeger.dk/foreninger/plo/drift-af-praksis/opstart-og-etablering/praksisformer/etablering-af-kompagniskab-i-almen-praksis/

Serlig skipan í Suðuroyar læknadømi

Í Suðuroyar læknadømi er serlig skipan, har læknar í føstum starvi fáa eitt hálvt grundgjald eyka omaná lønina.

Krøv

Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er mikudagin 23. apríl 2025.

Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Fleiri upplýsingar

Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og læknavaktina, kanst tú venda tær til Turið Holm Johannessen, kommunulækna, turidhj@kl.fo ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara, tlf. +298 614000, pmh@heilsutrygd.fo