
Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk og summarferiuavloysarar
Um størvini
Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.
Størvini eru:
• 1 starv á Tvøroyri sum sjúkrarøktarfrøðingur, Læknamiðstøðin á Tvøroyri (Suðuroyar læknadømi). Setanarbrøkurin er áleið 0,5.
• Summarferiuavloysarar í ymsum viðtalum. Serliga í juli og fyrru helvt av august
At arbeiða sum summarferiuavloysari er ein góður møguleiki at menna tínar førleikar, fáa royndir og at finna út av, um eitt arbeiði í læknaviðtalu kundi verið tað rætta fyri teg.
Um tú hevur áhuga í at starvast í læknaviðtalu sum avloysari aðrar tíðir, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær, tí Heilsutrygd hevur av og á brúk fyri avloysarum í viðtalum við stuttum skotbrái.
Førleikar og eginleikar
• Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
• Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
• Tú ert fyrikomandi
• Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
• Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt
Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til:
Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík
Umsóknir til fasta starvið skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 30 apríl 2025.
Starvið verður sett frá 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.
Umsóknir til størv sum avloysari í summarferiu hava ikki umsóknarfreist og verða viðgjørdar so hvørt eftir 30. apríl.
Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo