
24. apríl 2024
Heilsutrygdargjald rindast aftur
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, boðar nú frá, at ætlanin er at gera uppskot til broyting í heilsutrygdarlógini.
Lógarbroytingin verður gjørd, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjøld aftur í tíð til tey, sum verða mett at hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum.