17. juli 2024
Tveir kommunulæknar settir
Heilsutrygd hevur sett Hanus Debes Joensen í starv sum kommunulækna í Skálafjarðar læknadømi.
Hanus Debes Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2005 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í februar 2014.
Hanus Debes Joensen tekur við starvinum í viðtalu 4 á Strondum eftir summarferiuna um eitt ár (t.e. 1 september 2025)
Heilsutrygd hevur eisini sett Dávið Michelsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Dávið Michelsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2013 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mai 2022.
Dávið Michelsen tekur við starvinum í viðtalu 4 í Gundadali tann 1. september 2024.