Um heimasíðuna heilsutrygd.fo

Síðan er býtt í tríggjar høvuðspartar: 

  1. Borgari: Her ber til at lesa um veitingarnar og tænasturnar frá Heilsutrygd. Ætlanin er, at mest vanliga  og viðkomandi kunningin og upplýsingin til borgaran verður løtt at finna her. Kunningin fevnir m.a. um ískoyti til ymsar viðgerðir og heilivág, og hvussu søkjast kann um stuðul eftir heilsutrygdarlógini (t.d. gravarhjálp og hjálparráð). Eisini eru leinki til aðrar viðkomandi partar av síðuni.

  2. Veitarar: Her ber til at finna veitarar, sum hava avtalu við Heilsutrygd. Hesin parturin av síðuni er eisini ætlaður til veitarar at finna upplýsingar og skjøl, sum teir hava brúk fyri í sínum virki.

  3. Um Heilsutrygd: Her til ber at finna upplýsingar um stovnin, samband og tíðindi.

 

Á síðuni eru nógv leinki og "lýsingar", sum peika á aðrar partar av síðuni. Vit royna at velja hesi leinki soleiðis, at peikað verður á kunning, sum vit meta vera viðkomandi. Tí eru hesi leinki ymisk, alt eftir, hvar á síðuni, tú ert. 

Á øllum undirsíðum er bjálki í erva við yvirskriftum og undiryvirskriftum, so lættari er at finna runt á síðuni..

Ein leitifunka er í erva til høgru. Leitað verður einans á síðuni hjá Heilsutrygd, so uttanhýsis úrslit og lýsingar ikki órógva. 

Síðan verður eisini tøk á enskum. Ætlanin er ikki, at enskmælta síðan verður ein týðing av føroysku síðuni. Hinvegin verður hugsað, at borgarar, sum ikki skilja føroyskt, ofta hava aðrar spurningar og annan tørv á kunning. Tí verður enska síðan so líðandi víðkað við ymsum kunnandi greinum og leinkjum.

Mett verður, at góð og viðkomandi kunning á enskum kann vera hent hjá nógvum borgarum - eisini teimum, sum ikki væl skilja enskt, tí tað ofta er lættari at brúka ymsar týðingartænastur ella vitlíki at týða tekst úr enskum til onnur mál enn tað er úr føroyskum.

 

Um tú hevur viðmerkingar til innihaldið á heimasíðuni ella uppskot til betringar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heilsutrygd. Til ber at skriva til heilsutrygd@heilsutrygd.fo