Visión og missión

Visión

Visiónin er okkara leiðstjørna.

Vit vilja vera:  

  • kend fyri at veita eina vinarliga, rættvísa, skjóta og góða tænastu, 
  • ein stovnur, sum allir borgarar, samfelagið og samstarvspartar hava fult álit á.

 

Missión

Missiónin er eitt val av átøkum, sum skulu ganga hond í hond við ásetingunum í visiónini:

Heilsutrygd skal veita øllum borgarum landsins eins góðar tænastur, og allir borgarar skulu kenna seg væl, tá teir brúka tænastur frá Heilsutrygd.  

Heilsutrygd rindar og veitir ískoyti sbrt. Løgtingslóg um almenna heilsutrygd og viðkomandi kunngerðum.

Heilsutrygd raðfestir sera høgt at avgreiða øll mál og rokningar so skjótt sum gjørligt.

Avgreiðslutíðin skal fyri allar vanligar avgreiðslur í mesta lagi vera ein vika.

Heilsutrygd ynskir eisini at ávirka og veita landsmyndugleikum, stovnum og øðrum fakfólkum ráðgeving og viðkomandi upplýsingar – tó uttan at fara útum lógarinnar heimildir við viðkvæmum upplýsingum. 

Heilsutrygd skal miðvíst arbeiða fram ímóti at betra tænastustøðið, hækka fakliga støðið við m.a. at hava starvsfólk við røttum royndum og útbúgvingum og skipa fyri viðkomandi skeiðum og eftirútbúgvingum. 
 
Á økjum, har eingir sáttmálar eru, skulu sáttmálar gerast. 
 
Heilsutrygd skal vera eitt gott og stimbrandi familjuvinarligt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast.