
Heilsufrøðingar
Gigni - heilsufrøði til børn og ung
Heilsufrøðingar starvast í Gigni. Skipanarliga er Gigni ein partur av Heilsutrygd.
Gigni veitir heilsutænastur til børn og ung. Dentur verður lagdur á heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøk og tilboð.
Heilsufrøðingarnir í Gigni virka fyrst og fremst á 2 økjum - skúlaøkinum og smábarnaøkinum. Men í 2024 byrjaði skipan við heilsufrøðingum á miðnámi.
Á síðuni hjá Gigni ber til at lesa um tænasturnar og heilsufrøðingarnar - og til ber at finna nógv kunnandi og upplýsandi tilfar.