Heilsuprógv til sjómenn
Fyri at mynstra á skipi, krevst galdandi heilsuprógv.
Heilsuprógv fæst við at venda sær til góðkendan sjóvinnulækna.
Nærri kunning um skipanina við sjóvinnulæknum og heilsuprógv er at finna á síðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Á hesum leinki ber eisini til at síggja yvirlit við góðkendum sjóvinnulæknum:
https://fma.fo/manning-3/heilsuprogv/
Heilsuprógv til at mynstra í Noregi
Nakrir læknar hava góðkenning at virka sum norskir sjóvinnulæknar og kunnu tí gera norsk heilsuprógv.
Eitt yvirlit við læknum, sum hava norska góðkenning er at finna hjá norska sjóvinnustýrinum (Sjøfartsdirektoratet):
https://www.sdir.no/sjofart/sjofolk/godkjente-sjomannsleger/?country=f%C3%A6r%C3%B8yene&city=