Yvirlit við veitarum
Veitarar, sum hava avtalu við Heilsutrygd
Á hesi síðu kanst tú finna allar veitararnar, sum hava avtalu við Heilsutrygd. Til ber at tillaga listan eftir øki og yrki.
Í kassanum til vinstru ber til at velja øki. Í hesum føri hava vit valt at brúka læknadømi at skilja eftir. Tú eigur at verða skrásettur hjá kommunulækna í tí læknadøminum, sum tú býrt í. Men tá talan er um aðrar veitarar, kanst tú vanliga velja tann, tú vilt. Hetta er vert at hava í huga, tá tú skalt seta teg í samband við t.d. ein fysioterapeut ella tannlækna.
Kassin til høgru verður brúktur at velja yrki/fakbólkar.
Tá talan er um kommunulæknar/kommunulæknaviðtalur, stendur við hvørt "(opin)" aftan á heitinum á viðtaluni. Hetta merkir, at til ber at skráseta seg hjá hesi viðtalu. Um hetta frámerki ikki er, merkir tað, at tað vanliga ikki ber til at skráseta seg har.
Um feilur er í upplýsingunum, ella veitarin vil leggja upplýsingar afturat, ber til at venda sær til Heilsutrygd um hetta.